140x140

Botnmáling

Í Norðurlondum verða brúktir áleið ein hálv millión litrar av botnmáling um árið, bara til stuttleikabátar. Botnmáling verður millum annað brúkt til at forða algum, kræklingum og gjari at festa seg á skrokkin á bátum. Hesar vørur kunnu innihalda eitur, sum hava skaðilig árin á lívið i sjónum. Botnmáling til skip og bátar verður brúkt til at forða gróðri, so sum algum, kræklingum og gjari at festa seg á skrokkin. Botnmálingin kann innihalda eitur, sum hevur skaðilig árin á lívið i sjónum.  

 

Reglur um botnmáling

So hvørt sum nýggj vitan er komin um eitrandi evnini í botnmáling, eru nýggjar reglur settar í gildi. Altjóða IMO sáttmálin um “anti-fouling”, bannar m.a. nýtslu av eiturevnunum tributyl tin (TBT) og diurin. Fyri stuttum hevur ES sett í gildið eitt nýtt sokallað biociddirektiv, sum m.a. ásetur hvørji týningarevni kunnu brúkast í botnmáling.


Í Føroyum eru ongar serstakar reglur um botnmáling. Allir bátaeigarar og brúkarar eiga tí at kunna seg um hvørji sløg av botnmáling eru skaðilig fyri umhvørvið og velja tey minst skaðiligu.
  

 

Góð ráð 

  • Kanna hvat tú kanst gera ístaðin fyri at brúka botnmáling, sum inniheldur umhvørvisskaðilig kemisk evni.
  • Áðrenn tú keypir botnmáling, er skilagott at kanna:
    • Hvørji virkin evni eru í málingini,
    • Umhvørvisvanda og fyribyrgjandi tiltøk,  
    • Burturbeining av burturkasti, 
  • Keyp ikki botnmáling, sum inniheldur:
    • Tributyl tin (TBT) og onnur evni, ið innihalda metalið tin,
    • Irgarol,
    • Diuron,
    • Isotiazolin,
  • Tú kanst brúka botnmáling, sum inniheldur hesi evni:
    • Kopar (tó ikki ov høgar koncentratiónir)
    • Zink-pyrithion
  • Bátar, sum einans verða brúktir á vøtnum, eiga ikki at vera málaðir við botnmáling, sum inniheldur kemisk týningarevni, so sum kopar ella zink-pyrithion.

 
Botnmáling, sum er í lagi umhvørvisliga

Um tú ynskir at fáa vegleiðing um, hvørji sløg av botnmáling eru umhvørvisliga í lagi, kanst tú leita tær upplýsing hjá Kemikalieinspektionen í Svøríki. Listin fevnir bæði um vørur, sum eru góðkendar, og tær sum ikki eru góðkendar. Listin fevnir einans um botnmáling, sum øll kunnu brúka (ikki vinnuliga nýtslu). Listin fevnir neyvan um øll sløg av botnmáling, sum eru til sølu í Føroyum. Listi yvir botnmáling, sum er góðkend í Svøríki 
 

Eisini ber til at lesa meira um alternativar umhvørvisvinarligar botnmálingar her

 

   

Dømi um dálkandi evni í botnmáling:

 

  • Tributyltin (TBT)
  • Zink (Zn)

 

Burturbeining

Sí burturbeining av máling her.

 

 

Les hvat onnur skriva

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Botnmáling